Reisigildi í Hoyvík

Fríggjadagin varð nýggi smábarna- og frítíðarskúlin í Hoyvík reistur

reisigildi

Í bygninginum, sum stendur millum Vegin Langa og Hoyvíkar skúla, verða í ovaru hæddini fýra skúlastovur til teir yngstu flokkarnar og í niðaru hæddini hølir til frítíðarskúla.
Um fáar vikur verður skúlin innilokaður og farast kann undir innrættingararbeiðið. Skúlabygningurin skal verða liðugur tíðliga næsta ár.
Tað er byggifelagið ÁTS við Karstin Vang, sum stendur fyri byggingini. Selmar Nielsen hevur teknað bygningin, sum væntandi kostar einar 12 mió kr.