Reisa nú veggirnar á nýggju Alvalon í Sørvági

Fyrireikingarnar til útbyggingina av dagstovninum Alvalon í Sørvági ganga væl.

Tað skrivar byggifelagið ArtiCon. Liðugt er at planerað, leiðingar eru lagdar, og fundamentini eru stoypt.

 

– Í komandi viku stoypa vit eisini fyrstu veggirnir, áðrenn vit fara í jólafrí.

Ovaru hæddirnar á bygninginum vera úr timbri. Elementini verða smíðað í høllini hjá ArtiCon á Sundi og eru skjótt klár at seta upp.

Bygningurin verður 24 metrar langur og 10 metrar breiður og skal avhendast í september 2025.

 

##med2##

##med3##

##med4##