Reisa misálit á Rósu í dag

Miðflokkurin fer í dag at reisa misálit á Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um ikki okkurt heilt álvarsligt hendur.


Fríggjadagin staðfesti landsstýriskvinnan nógv umrøddu og illa umstríddu kunngerðirnar um gjald fyri heimahjálp og broyting í kunngerð um heimahjálp.


Fríggjadagin segði Jenis av Rana við Rás2, at lýsti landsstýriskvinnan í almannamálum kunngerðirnar, soleiðis sum teir høvdu hoyrt um tær í fjølmiðlunum, fóru teir í hesari vikuni at reisa misálit á landsstýriskvinnuna.


Jenis av Rana váttar fyri løtu síðani, at kunngerðirnar eru júst sum teir í Miðflokkinum og andstøðuni sum heild óttaðust, og at teir klokkan 13.30 í dag fara at reisa misálit móti Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu.


- Vit eru klárir við misálitinum, og tað verður lagt fram tá, staðfestir Jenis av Rana, formaður Miðfloksins.


Miðflokkurin hevur verið í samband við hinar báðar andstøðuflokkarnar, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkin, og báðir sigast taka undir við misálitinum.


- Fríggjadagin tosaði eg eisini við sosial sinnaðar tingmenn í samgongunu, sum als ikki kundu liva við hesum broytingum, staðfestir Jenis av Rana, og leggur afturat, at tað er løgið, um tingmenn eru hart ímóti hesum broytingum, men góðtaka tær alíkavæl.


Í løtuni telur andstøðan í tinginum 13 tinglimir, og skulu sostatt í minsta lagi 4 samgongulimir taka undir við misálitinum, um Rósa Samuelsen skal fella í dag.


Hon kann hinvegin eisini velja sjálv at leggja frá sær.