Kollafirði Høgir stálbjálkar eru komnir at standa á nýggja havnarlagnum uttan fyri Vestsalmon í Kollafirði. Tað er nýggja frystihotellið, sum verður reist.
Tað er eitt felag í Hollandi, sum saman við Janusi Norðberg úr Havn byggir frystihotellið. Janus Norðberg sigur, at grundin til, at hetta frystihotellið verður bygt, er, at teir mettu, at tørvur var á hesi tænastuni.
Tað verður rættiliga nógvur fiskur umskipaður í Norðuratlantshavi, sum ikki altíð verður avgreiddur líka rationelt, sigur hann.
Sum dømi nevnir Janus Norðberg øll skipini, sum plaga at liggja í Nolsoyarfirði. Ofta leingi í senn. Tað er rættiliga dýrt hjá hesum skipunum at liggja og bíða eftir farmaskipum, samstundis sum tað er óarbeiðsligt hjá farmaskipunum at skipa inn í Nólsoyarfirði.
Var eitt stað, har fiskiskipini kundu lagt upp og so sloppið avstað aftur beinanveg, hevði tað spart teimum nógva tíð. Samsundis hevði tað eisini verið rættiliga nógv lættari hjá farmaskipunum at lasta frá landi.
-Hesa tænastuna kunnu vit bjóða teimum um stutta tíð, sigur Janus Norðberg.
Frystihotellið í Kollafirði verður 27.000 rúmmetrar til støddar. Alt eftir, hvør vøran verður, sum goymd verður, fara eini 8.000-10.000 tons at kunna liggja á goymslu samstundis.
Verkætlanini fer at kosta umleið 21 milliónir krónur, sigur Janus Norðberg. Eini seks-átta fólk fara at arbeiða fast á hotellinum, tá farið verður í gongd. Umframt verður væl meira av arbeiði, tá lossað verður, sigur hann.
Tey, sum koyra framvið Langasandi í Kollafirði, hava lagt merki til, at bygningurin, sum reistur verður, er rættiliga høgur.
Hetta er bara ein partur av samlaða bygninginum, sigur Janus Norðberg. Tann parturin, sum nú er reistur, er 12 metar høgur, meðan lægri parturin verður átta metrar til hæddar.
At hesin parturin er so høgur, kemst av eini reolskipan, sum kann flytast. Á sama hátt sum í einum vanligum arkivi, har hillaranar verða fluttar eftir gólvinum fyri at gagnnýta alt plássið. Og hendan skipanin er rættiliga høg.
Bygningurin er gjørdur í Finnlandi og keyptur gjøgmum eina norska fyritøku, sum eisini setir hann upp.