Reis teg upp og gakk

Tað er ófatuligt, at ein starvsnevndarlimur hjá FSF ikki dugir at síggja nakran trupulleika við gegninum, tá øll onnur gera tað. Men feløgini kunnu loysa málið

Tá NSÍ kunngjørdi navnið á nýggja høvuðsvenjara felagsins varð alt fyri eitt sett spurnartekin við, um tað sampakkaði, tá venjarin samstundis var starvsnevndarlimur í FSF.

 

Spurningurin hevur verið reistur á tveimum formansfundum, men tað hevur ikki fingið aðrar avleiðingar enn hana, sum Trygvi Mortensen sjálvur tók, tá hann seðgi seg úr kappingarnevndini.

 

Í aðrar mátar dugdi Trygvi Mortensen seg ikki duga at síggja, at nevndararbeiði hansara í FSF kundi skapa nakrar trupulleikar, og tí helt hann, at gegni hansara als ikki kom í vanda av hesum ávum.

 

Gegni er tó eitt stuttligt fyribrygdi. Eitt sereyðkenni við gegninum er, at tú ikki sjálvur kann definera, nær umheimurin heldur gegnið vera í lagi ella ikki. Sjálvandi eru nøkur teknisk/juridisk viðurskifti, sum persónar ofta krøkja seg í, tá roynt verður at halda fast um gegnið. Bæði í FSF og í samfelagnum annars hava vit sæð dømi um hetta seinasta árið.

 

Veruleikin er tó meira fjølbroyttur. Gegnið merkir eisini, at tú ikki skalt átaka tær uppgávur ella arbeiði, har búskaparligar ella aðrar bindingar kunnu skapa iva um, hvat er endamálið við uppgávuni. Tú skalt ikki koma tær í støður, har ivi kann sáast um trúvirðið, og tú skalt gáa eftir umstøðum, ið kunnu ávirka títt gegni.

 

Tað er eingin áseting í FSF-lóggávuni, sum forðar einum starvsnevndarlimi í at vera høvuðsvenjari hjá einum felag í fremstu fótbóltsdeildini. Og tí kann Trygvi Mortensen ekkaleysur siga, at hann ikki hevur ein juridiskan trupulleika (haldi meg hoyra eitt ekkó onkrastaðni her).

 

Men tá ivamál um gegnið og trúvirðið støðugt verða reist, so er tað meira enn bara óheppið, at høvuðspersónurin ikki sjálvur loysir málið.

 

Sum forseti hevur Christian Andreasen ikki løgmanslíknandi heimildir, har hann kann loysa nevndarlimir úr starvi. Tí tað eru bara tveir instansir, sum kunnu loysa hetta málið. Annar er aðalfundurin, sum kann velja at skifta nevndarlimin út – eisini í ótíð. Hin er Trygvi Mortensen sjálvur, og tað hevði sømt seg, at hann nú leygardagin boðaði frá, at hann tekur farloyvi frá nevndarsessinum og tí biður varalim taka sætið. Tað er væl ein orsøk til, at varalimir verða valdir.


Jákup Mørk, klumman í Sosialinum 10. feburar 2014