Reinur roykur yvir land og bý

IRF og Tórshavnar Kommuna hava gjørt sáttmála við danskt felag um eina reinsiskipan fyri royk til brennistøðirnar. Endamálið er at minka útlátið av skaðiligum evnum í roykinum við 99 prosentum.

Rusk: - Eitt gleðiligt og gagnligt samstarv.
Hesi bæði orðini vórðu fleiri ferðir nevnd fyrrapartin í gjár, tá ein sáttmáli um eina nýggja reinsiskipan av royki fyri báðar brennistøðirnar varð undirskrivaður.
Endamálið við hesi avtaluni við danska felagið ALSTOM er at minka um skaðaevnini í roykinum við heilt upp til 99 prosent.
Arbeiðið uppá hesi reinsiskipanina byrjar í apríl mánaði komandi ár. Og í september mánað skal henda skipanin so takast í nýtslu.
Kostnaðurin fyri báðar reinsiskipanirnar og annað í hesum sambandi verður mett til slakar 40 mió. kr.

Verja umhvørvið
Tá sáttmálin var undirskrivaður ígjár segði formaðurin í Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum, Regin Jacobsen, at tað bert eru fyrimunir við slíkum samstarvi millum IRF og Tórshavnar Kommunu.
- Við hesum samstarvi kunnu vit útvinna meiri og meiri. Umframt hetta so kunnu vit eisini spara hópin av peningi, segði hann.
Regin vísti á, at fyri báðar tær føroysku brennistøðirnar er vernd av umhvørvinum eitt av teimum stóru málunum, - ikki bert umhvørvið á landi, men eisini á sjógvi.
- Vit eru so lítil tjóð, og vit liva eisini av at útflyta fisk, og tí er neyðugt at vit eru frammarlaga í umhvørvisarbeiðinum. Spyrjast tey tíðindi, at vit hava trupulleikar við ávísum dálkandi evnum, so kann tað raka okkum sera meint.
- Tí er neyðugt at gera nakað fyri okkara umhvørvi, og helst so, at vit eru uppá forkant av menningini, segði Regin við týðiligari ábending til hesa nýggju skipanina við roykreinsan.

Eingi landamørk
Elin Lindenskov, sum er forkvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndini í Havn fegnaðist eisini um hetta samstarvið.
Hon nevndi, at henda býráðssamgongan hevur sett sær høg mál í arbeiðinum fyri einum reinari umhvørvi í høvuðsstaðnum. Og henda nýggja roykskipanin, sum nú skal setast upp, er enn eitt stig á hesi leið.
Við hesi skipanini kann Tórshavnar Kommnuna eisini í framtíðini gera enn meiri fyri at halda sína egnu kommununu reina, samstundis sum hon er við í arbeiðinum við at verja umhvørvið í Føroyum.
- Dálkingin spyr nevniliga ikki eftir kommunumørkum ella landamørkum.
- Og tí er neyðugt at vit hugsa bæði um umhvørvið í okkara egnu kommunu, okkara egna landi og hugsa um okkara ábyrgd av at halda allan heimin reinan, segði hon.

Reint luftøki yvir Føroyum

Tær báðar brennistøðirnar fingu í vár eina nýggja umhvørvisgóðkenning. Út frá hesi góðkenning verða krøvini til reinsing av royki munandi herd.
Í dag er nøgdin av saltsýru í roykinum eini 500 milligram í hvørjum rúmmetri. Men í framtíðini eru krøvini, at henda nøgdin skal minkast munandi  í veruleikanum heilt niður í 20 milligram.
Hetta setir sjálvandi stór krøv til útgerðina á báðum brennistøðunum, sum komandi ár fáa settar nýggjar siloir til hesa reinsiskipanina.
Talan verður um tvær siloir, sum eru góðar 20 metrar høgar. Aftrat hesum skal onnur útgerð eisini setast upp, m.a. til máting av innihaldinum í roykinum. Tilsamans fer henda íløgan at kosta hvørjari brennistøð slakar 20 mió. kr.
Sambært tíðarætlanini so verður farið undir at seta ta fyrru reinsiskipanina upp á Hagaleiti í apríl mánaði komandi ár. Tá hetta arbeiðið er liðugt verður farið undir sama arbeiðið á Hjalla. Hetta arbeiðið skal verða liðugt í september mánaði komandi ár.
Og tað er ikki at taka seg aftur í, at stórar vónir og stór krøv verða settar til hesar báðar skipanirnar.
- Hetta er eitt stórt stig á leiðini fram móti einum reinari umhvørvi, bæði her á landi, men eisini í alheiminum, verður sagt.