Nýggi VW Polo, sum kemur á marknaðin í juli, setur nýggjan standard fyri økonomi og CO2 útláti í sínum klassa. Tilsamans sjey ymiskir motorar vera at velja ímillum, fýra bensin og tríggir diesel.
Ein av hesum motorunum er ein 1,6 TDI við 90 hk við common-rail innspræning og Blue Motion teknologiini hjá VW. Hesin motorurin setur nýggjan standard í sínum klassa við at koyra 27,8 km/l, og CO2 útlátið er einans 96 gr. pr. km.
Afturtat hesum kemur ein VW Polo 1,2 TDI í 2010, sum fer at koyra 30,3 km pr litur og útlátið verður einans 87 gr. pr. km.
Allir motorarnir lúka komandi Euro5-normin fyri Co2 útláti.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum










