Reint vatn fyritreytin fyri góðari framleiðslu

Guðrið Andorsdóttir, góðskustýringsleiðari, sigur, at tá ið bakteriur eru í vatninum, seta virkini hjá Faroe Seafood klor til vatnið, sum verður nýtt í framleiðsluni. Tað er Heilsufrøðiliga Starvsstovan sum ásetir markið fyri, hvussu nógv klor virkini kunnu nýta í framleiðsluni. - So skjótt, vit staðfesta, at vatndygdin ikki er nøktandi, verða tiltøk sett í verk, leggur hon dent á

Framleiðsla

Guðrið Andorsdóttir, sum er góðskustýringsleiðari hjá Faroe Seafood, var við á fundinum mánamorgunin, tá ið vatnviðurskiftini í høvuðsstaðnum vóru viðgjørd á fundi við umboð fyri Tórshavnar kommunu.
Hon sigur, at Faroe Seafood fekk tað burtur úr fundinum, at framleiðsluvirkið hjá felagnum í Havn nú fær vatn úr vatngoymsluni í Villingardali, sum er nógv reinari enn vatnið úr goymsluni í Havnardali.

Stórur fyrimunur
- Vatnið úr Villingardali er at kalla 100% í lagi. Tað verður reinsað við eini góðari reinsiskipan.
Guðrið sigur, at býráðið á fundinum vísti á, at goymslan í Vilingardali er ikki líka stór sum goymslan í Havnardali, og nú Havnin er vorðin so stór, er neyðugt, at býurin fær vatn úr báðum goymslunum.
- Við tað, at dygdin á vatninum úr Havnardali ikki er optimal, fær Faroe Seafood nú vatn úr Villingardali, og hetta er ein stórur fyrimunur fyri okkara framleiðslu, sigur hon.

Klora vatnið
Góðskustýringsleiðarin vísir á, at Faroe Seafood hevur klorskipanir á øllum virkjum, og hesar skipanir eru í brúki, tá ið vatndygdin ikki er nóg góð. Henda møguleika hava virkini hjá felagnum havt í eini fýra ár.
- Vit taka regluliga kanningar av vatninum, og tá ið alt vísir seg at vera, sum tað skal, verða hesar vegleiðandi kanningar gjørdar einaferð um mánaðin. Vísa okkara kanningar, at bakteriur eru í vatninum, verða vatnroyndir sendar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum neyvari staðfestir, hvussu støðan er.
Guðrið sigur, at tá ið bakteriur eru í vatninum, seta virkini klor til vatnið, sum verður nýtt í framleiðsluni, og tað er eisini Heilsufrøðiliga Starvsstovan sum ásetir markið fyri, hvussu nógv klor virkini kunnu nýta í framleiðsluni.
- So skjótt, vit staðfesta, at vatndygdin ikki er nøktandi, verða tiltøk sett í verk, leggur hon dent á.

Ongar reklamatiónir
Spurd, um bakteriurnar í vatninum úr Havnardali vóru so nógvar, at trupulleikar kundu verið at hildið seg innanfyri loyvdu klornøgdina, heldur hon, at hetta saktans kundi blivið so, um virkið ikki fekk vatn úr goymsluni í Villingardali.
Vit spurdu eisini Guðrið, um Faroe Seafood hevur fingið reklamatiónir frá viðskiftafólki í sambandi við vánaligu dygdina á vatninum úr Havnardali.
- Nei, vit hava ikki havt hesar trupulleikar, síðan virkið hjá felagnum í Miðvági stóð fyri skotum, tí vatnið, sum hevði verið nýtt í framleiðsluni, var ov nógv fongt við bakterium.

Krevur nógv
Guðrið leggur dent á, at tað hevur stóran týdning fyri framleiðsluna av matvørum, at vatnið er nøktandi, tí tað krevur ikki so lítið av virkisleiðsluni, tá ið vatnið skal klorast fyri bakteriur.
- Á fundinum við Tórshavnar kommunu fingu vit at vita, at býráðið hevur raðfest vatngoymsluna í Havnardali soleiðis, at nýggj reinsiskipan verður sett upp í sambandi við verkið í seinasta lagi í 2008. Vit skiltu á fundinum, at íløgan, sum skal gerast, liggur um 30 miljónir krónur, sigur góðskustýringsleiðarin hjá Faroe Seafood, Guðrið Andorsdóttir.