Útróður
Tað er ógvuliga óhugaligt at vera útróðrarmaður í tíðum sum hesum. Fáir mans loysa bátarnar, tí dagurin gevur einki – og ikki so sjáldan gevur dagurin hall. Veiðan hevur ikki verið nakað serlig í longri tíð, men nú hava bátar fingið hvíting, sum teir plaga at fáa eystanfyri hesa tíðina av árinum.
Men eitt er vánaliga veiðan. Annað – og verri – er, at fiskaprísirnir eru so serstakliga vánaligir, at menn lítið og einki fáa fyri fiskin. Aftrat hesum kemur, at Fiskamarknaður Føroya er vorðin útróðrarmonnum ein alsamt dýrkandi liður, sum kortini ikki slepst uttan um, um yvirhøvur skal sleppast av við fiskin.
Til tjúgund og seinast, noyðast teir, sum eiga og reka útróðrarbátar, at
rinda eitt nú barsilsgjøld og arbeiðsmarknaðargjøld, sum aftur fara avstað við einum parti av tí sindri, sum eftir er, tá avroknað verður.
Reint rukkulív
Ein royndur útróðrarmaður, sum Sosialurin hevur tosað við, greiðir soleiðis frá, hvussu støðan er beint í løtuni:
- Í tríggjar útróðrardagar fiskaði eg 3.800 pund á tilsamans 36 línum, hevði 12 línur við hvønn dagin. Eg var í bátinum í tilsamans 42 tímar, og tá avroknað varð, var mín partur 420 krónur. Hetta gevur eina tímaløn upp á 10 krónur um tíman.
Útróðrarmaðurin sigur, at meginparturin av veiðini hesar tríggjar seturnar var hvítingur, sum fór fyri ein miðalprís á 6 krónur fyri kilo. Prísurin á hvítingi lá millum 5, 6 og 7 krónur fyri kilo hesar dagarnar.
- Seinasta dagin í hesi vikuni – fríggjadagin – fór prísurin á hvítingi upp á 10 krónur fyri kilo. Fiskurin varð keyptur av fiskakeyparum og sendur av landinum við farmaskipinum Silver Fjord, sum siglir av Toftum til Skotlands fríggjakvøld og mánakvøld. Orsøkin til, at keyparar góvu meira fyri fiskin fríggjadag, søgdu teir vera, at hetta var hin nýggjasti og feskasti fiskurin.
Útróðrarmaðurin vísir á, at hetta er alt fiskur, sum fer av landinum við sama skipi, og tí dugir hann illa at síggja, hví so stórur prísmunur spyrst burtur úr, um fiskurin er veiddur hósdag ella fríggjadag, tá hann annars er so nýggjur kortini.
- Ein stórur vansi í Føroyum í dag er, at tað eru so fáir keyparar til eitt nú hýsu og hvíting, men eisini til brosmu og longu, leggur hann aftrat.
Samanspæl?
Hann vísir á, at prísirnir á hýsu hava verið lítið øðrvísi enn prísirnir á hvítingi hava verið seinastu dagarnar.
- Vit hava fingið einar 5-7 krónur fyri kilo, men eisini prísirnir á hýsu fóru upp í einar 10 til slakar 12 krónur seinasta fríggjadag, tá Silver Fjord fór til Skotlands við fski. Eisini her hava keyparar somu frágreiðing, nevniliga at hetta er hin nýggjasti og besti fiskurin, og tí kvinka prísirnir uppeftir uppundir avskiping, sigur hann.
Eins og prísirnir á hýsu og hvítingi hava verið sera lágir, er sama galdandi fyri prísirnar á eitt nú brosmu og longu, sum eisini verður keypt til virkingar í Føroyum.
- Vit hava snøgt sagt fingið spottprís fyri hesi fiskasløg – ja, heilt niður í 3 krónur fyri kilo. Á Fiskamarknaði Føroya vilja tey ikki skilja brosmu og longu uttan eykagjald, tá hesin fiskur annars kundi farið fyri einar 6, 8 ella 10 krónur fyri kilo.
Útróðrarmaðurin vísir á, at tað bert eru tveir størri keyparar av brosmu og longu, og hesir eru Fiskavirkið í Gøtu og Vaðhorn á Strondum.
- Fyri okkum virkar tað, sum um virkini skiftast um at keypa. Hava teir í Gøtu brúk fyri brosmu 1, keypa teir hana – og so keypir Vaðhorn brosmu 2. Ein annan dag er tað øvut.
Hann sigur, at tað nyttar einki hjá teimum at seta minstaprísir á brosmu og longu, tí úrslitið verður bara, at eingin keypari er til fiskin – og so fer hann fyri næstan ongan pening kortini.
Dýr søla
Útróðrarmenn eru eisini misnøgdir við, at tað er vorðið dýrari og truplari at selja fiskin um Fiskamarknað Føroya.
- Vit skulu av við umleið hálva aðru krónu fyri kilo tilsamans, og tað vísir seg, at tað alsamt gerst dýrari at sleppa av við fiskin. Byrjunargjaldið var 50 krónur. Nú hevur Landingarmiðstøð Føroya so lagt 75 krónur omaná. Aftrat hesum koma so prosentini fyri sjálva søluna. Er nøgdin av fiski lítil, gerast landingarútreiðslurnar lutfalsliga størri.
Eitt annað, sum útróðrarmenn eisini fýlast á, er, at Fiskamarknaður Føroya hevur sett nýggjar treytir og lagt nýggj gjøld omaná landingina, tá bátar landa uttanfyri vanligu dagtímarnar.
- Nú skulu vit ringja fyri klokkan 17.30 og boða frá landing, og vit skulu hava landað fyri klokkan 21 á kvøldi – og ikki fyrr enn klokkan 07 á morgni, tá eisini skal boðast frá frammanundan. Fylgja vit ikki hesum treytum, verður okkum álagt sektargjald, sum er einar 200 krónur.
Útróðrarmaðurin sigur, at samanumtikið er tað vorðið nógv dýrari at sleppa av við fiskin, og tá hetta er í eini tíð, har fiskiveiðan hevur verið vánalig, og fiskaprísirnir eru undir øll lágmørk, er eyðvitað, at tað í løtuni er sera trupult hjá monnum at fáa nakað sum helst burtur úr útróðri.
- Hevði tað verið sum vanligt, og fiskaprísirnir høvdu verið á eini leið, hevði nógvur útróður verið í dag, nú hvítingurin er komin upp í veiðina. Men, sum er, nyttar einki monnum at loysa, tí tað gevur snøgt sagt ongar pengar.
Trupul ísing
Ein annan trupulleika, sum útróðrarmenn eisini renna seg í, er ísingin av fiskinum.
- Tað vísir seg at vera trupult at ísa fiskin soleiðis, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan vil hava hann at vera. Ísa vit fiskin, soleiðis sum vit halda, at hann skal ísast, er hann ov kaldur. Starvsstovuni dámar best, at fiskurin er millum hálva aðru og tvey plusstig, tá hann verður landaður, men tá halda vit, at hann gerst ov bleytur, meðan hann stendur inni á Fiskamarknaði Føroya.
Hann sigur, at útróðrarmenn hava roynt nógvar ymiskar hættir við ísing, men tað vísir seg at vera torført at byrgja upp fyri, at fiskurin ikki gerst ov kaldur, tá hann verður landaður – ella eisini gerst ov bleytur, áðrenn hann fer útaftur av Fiskamarknaði Føroya.
- Líkt er til, at einki hongur saman, sigur útróðrarmaðurin, sum Sosialurin hevur tosað við.
Stórt hall
Sosialurin hevur eisini tosað við ein annan útróðrarmenn, sum man teljast millum teir heilt frægu í Føroyum. Hesin rekur ein størri glastevjabát, sum er mannaður við tveimum monnum.
Eftir trimum túrum herfyri gav hvør túrur heilar 5.000 krónur í halli. Peningur er ikki til rakstur av einum útróðrarbáti, ei heldur til hýru hjá monnum.