Vatnreinsiverk er nú eisini sett til í Saksun. Reinsiverkið hevur ríkliga orku til verandi nýtslu, og kann byggjast út eftir tørvi.
Við reinsiverkinum er kommunan nærum rokkið á mál við sínum endamiði, at reinsað vatn skal renna úr øllum kranum í kommununi.
Nú restar bert Tjørnuvík í, til komið er á mál. Arbeitt verður við at fáa hendan partin frá hondini skjótast til ber, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.