Reinsað fyri ljóta skuldseting

Í dag er Edith Poulsen í Oyndarfirði løtt um hjartað. Hon er fullkomiliga reinsað fyri skuldsetingina um at hava stolið pening frá einum manni, hon var heimahjálp hjá

- Tað, sum eg havi upplivað, vildi eg ikki unt mínum ringasta fígginda, um eg hevði nakran slíkan. Men nú eri eg fegin og havi fingið lívsgleðina aftur.
Hetta sigur Edith Poulsen í Oyndarfirði, sum í fimtan ár var heimahjálp.
13. oktober 2010 var ein ræðuligur dagur hjá henni.
Stjóri hennara ringdi og spurdi, hvussu tað bar til, at so nógvur peningur var tikin út eftir stuttari tíð á kontuni hjá einum manni, hon var heimahjálp hjá.
- Tað visti eg einki um, og eg varð eisini løgd undir at hava veruð í handlinum og keypt upp á hendan mannin fyri at taka vøruna heim til mín sjálvs, sigur Edith Poulsen.
Hon varð eisini biðin um at møta á politistøðini í Runavík til avhoyringar.

Søgd úr starvi
Dagin eftir komu leiðarar í heimarøktini at vitja, og hon varð uppsøgd upp á grátt pappír.
Edith Poulsen veit, at tað vóru avvarðandi hjá manninum, sum meldaðu hana.
- Verðin hjá mær fór í grús. Eg havi ongantíð tikið nakað, sum onnur hava átt, sigur Edith Poulsen.
Tað var hart eisini upp á ein annan máta, tí maðurin var deyðasjúkur.
Edith Poulsen var ólukkulig og visti ikki, hvat hon skuldi gera.
Tað var ikki lætt at skula búgva í lítlu bygdini Oyndarfirði við slíkum skuldsetingum hangandi yvir høvdinum.

Fór útaftur
Hon hevði bestan hugin at krógva seg inni, men valdi kortini at fara sín dagliga túr við hundinum.
Eitt gott var, ongantíð upplivdi hon, at bygdarfólkið vendi henni bakið.
Tá ið nakrir dagar vóru farnir, vendi hon sær til fakfelag sítt.
- Eg var vónsvikin av, at eg ikki fekk nakran stuðul har. Taðinasta, eg fekk at vita, var, at eg skuldi venda mær til Arbeiðsloysisskipanina, sigur Edith H. Poulsen.
Hon stóð fast við sítt, og stutt fyri jól fekk hon boð frá fútanum um, at eingin ákæra fór at verða reist. Einki grundarlag var fyri at reisa ákæru.
Tann avgerðin varð kærd til Ríkisadvokatin, sum kom til somu niðurstøðu sum fútin.
Edith Poulsen heldur ikki, at nakar kann ímynda sær, hvussu ringt hon hevði tað.
- Eg misti matarlystin og hugin at liva, og eg tordi ikki at gleða meg til nakað, men nú eg eri fullkomiliga reinsað, kenni eg meg sum ein frían fugl. Øll tann tunga byrðan er kastað av mær og mínum. Nú royni eg at tveita alt aftur um meg og spakuliga byrja at liva aftur.
Fyri hálvum øðrum mánaði síðan doyði maður hennara.