Reingerð er ikki ein grundleggjandi tænasta

Páll á Reynatúgvu, sum var landsstýrismaður, er ikki samdur í, at reingerð er grundleggjandi tænasta hjá heimarøktini

Økisviðgerð

? Reingerð er ikki ein grundleggjandi tænasta hjá heimarøktini.
Tað heldur Páll á Reynatúgvu, sum til fyri kortum var landsstýrismaður í almannamálum.
Hann er tí ikki heilt samdur við Hans Paula Strøm, sum nú er landsstýrismaður, um, at tað er neyðugt at útseta økisviðgerðina fyri at heimarøktin skal kunna røkja sínar grundleggjandi tænastur.
Hinvegin sigur hann, at tað er neyðugt at rætta eina misskiljing, tí nú eru ymisk sløg av økisviðgerð komin í bland.
Í Sosialinum í gjár helt Soffi Egholm ikki, at tað gjørdi so nógv, at økisviðgerð sálarfrøði varð útsett eitt sindur, tí alt ov lítlar fyrireikingar eru gjørdar fyri at gera kommunurnar førar fyri at bjóða fólki eina økis-sálarfrøði.
Men tað er ikki hetta slagið avøkisviðgerð, sum Hans Pauli Strøm hevur lagt á hyllina fyribils.
? Tann økisviðgerð, sum vit arbeiddu við, og sum er løgd á hyllina, er økisviðgerð innan fysio- og ergoterapi, sigur Páll á Reynatúgvu.
? Tað, sum Soffi Egholm ber fram í Sosialinum í gjár, eru avgjørt viðkomandi spurningar, men hetta var kanska ikki heilt rætta høpið, tí í hesum sambandi snýr tað seg ikki um sálarfrøði, men um fysio- og ergoterapi.
Eftir ætlanini um økisviðgerðina innan fysio- og ergoterapi, er ætlanin, at fysio- og ergoterapeutar skulu geva fólki ymiskar venjingar heima.
Hetta eru ein fyribyrgjandi tænasta, sum skal gera, at fólk verða meiri sjálvhjálpin, Endamálið er, at tey, sum hava mist førleika at klára seg sjálvi, skulu kunnu vinna hann aftur og at tey, sum enn hava førleika, eisini varðveita hann, so at tey klára seg sjálvi sum longst.
Samstundis skuldi hesir økisviðgerðarar kunna lata viðskiftafólkunum ymisk einføld hjálpartól. Hetta skuldi gerast fyri at lætta um hjá Hjálpartólamiðstøðini, sum eisini brúkar nógva tíð uppá at avgreiða umsóknir um tey mest einføldu hjálpitólini.

Eiga at umhugsa privatiseringar
Páll á Reynatúgvu letur sær annars ikki lynda uttan víðari, at økisviðgerðin innan fysio- og ergoterapi skal leggjast á hyllina og á tingfundi seinnapartin í gjár, ætlaði hann at biðja landsstýrismannin um nærri grundgevingar fyri, hví tað er neyðugt at steðga á við ætlanina at seta økisviðgerðina í verk.
Grundgevingina hjá landsstýrismanninum um at raðfesta reingerð og aðra grundleggjandi tænastu í heimarøktini, góðtekur Páll á Reynatúgvu ikki uttan víðari.
?Eftir mínum tykki er reingerð ikki ein grundleggjandi tænasta hjá heimarøktini.
Uppgávan hjá heimarøktini liggur í orðinum. Tað er røkt og ikki reingerð.
Tí heldur Páll á Reynatúgvu, at vit eiga at umhugsa at loysa tað uppgávuna, sum eitur reingerð, frá heimarøktini.
? Reingerð kundi saktans ligið uttanfyri heimarøktina, sigur hann.
Hann veit eisini, at økisleiðararnir hjá heimarøktini, eru sinnaðir at viðgera spurningin.
Sjálvur umhugaði hann, tá ið hann var landsstýrismaður, at loysa reingerðina frá heimarøktini og at bjóða reingerðina út.Ein annar møguleiki var at gera tað til eina tænastu, sum brúkararnir sjálvir skuldu gjalda fyri.
?Hetta at einskilja reingerðina, hevur verið roynt aðrastaðni, men har hava úrslitini nógva staðni verið vánalig?
? Ja, men tað kann gerast upp á so nógvar mátar og tí er hetta ein spurningur, sum má viðgerðast gjølliga.
? Men eg haldi at tað er rætt at brúka peningin hjá heimarøktini til røkt og ikki til reingerð, sigur Páll á Reynatúgvu.