Hóast Sigfríður Clementsen ikki er heilt nøgdur við spælið á Argjum í gjár, so heldur hann, at Petur Reinert gav AB javnleikin.
- Dómarin eigur alt málið hjá AB. Tað verður eitt rættiliga stórt fríspark gjørt ímóti okkara vinstra bakki, dómarin ger onki, so sleppa teir at kontra, og tá manglar okkara vinstri bakkur á plássinum, sigur Sigfríður Clementsen.
Hann greiðir frá dystinum, at tað var ein rættiliga rótutur dystur, har hann var væl nøgdur við verjuarbeiðið, men at tað nú verður upp á tíðina at fáa skil upp á álopsfótbóltin eisini.
Spurdur um hann sær EB/Streym í eini finalu, er venjarin hjá verandi steypavinnarnunum avgjørdur.
- Vit hava verið í finaluni í tvey ár á rað, og tað ætla vit eisini í ár, staðfestir hann.










