Heidi Petersen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokin
?????????????????????????????????????????
Vestmanna kommuna hevur gingið á odda við at verja umhvørvið í og um bygdina. Við eldsálum sum Finnboga Joensen o.ø. er gróðursett viðarlund í bygdini. Grønur skúli er settur á stovn, barnaansingarstovnarnir eru vorðnir "grønir". Arbeiðið við at nýta sólarorku til upphitan av skúlanum, svimjihylinum og ítróttarhøllini er í gongd. Innsavnan av greinum og trøum úr gørðunum, og brúktum jólatrøum frá húsunum, er fingin at virka. Tveir skúlaflokkar rudda alt uttandura øki skúlans hvørja viku. Og kassar til sankutøð eru bæði í skúlanum og aðrastaðnis.
Alt hetta eru tiltøk, sum vit øll í felag kunnu gera, uttan tað stóra hóvastákið og við lítlari íløgu, men tað krevst at vit gerast tilvitað um umhvørvið og náttúruna rundanum okkum, og at onkur setur í gongd.
Havumhvørvið
Eg vil tó vísa á eitt, sum enn manglar, og er tað havumhvørvið.
Her eigur at skipast so fyri, at skip og bátar sleppa av við burturkast í øllum havnum í Føroyum.
Hetta kundi verið skipað á tann hátt, at havnaumsjónarmaðurin hevði bingjur á havnarlagnum, sum hann umsat soleiðis, at tá skip ella bátur hevði fyri neyðini at sleppa av við burturkast, fingu teir atgongd til bingjurnar móti ávísum gjaldi, ella kundi hesin kostnaðurin verðið lagdur omaná t.d. havnargjaldið. Álagt skuldi verið skipum og bátum at taka alt burturkast við sær til lands, so teir fylgdu regluni um at ikki er loyvt skipum ella bátum at koyra burturkast í havið, og ikki, sum tað verður gjørt í dag, har tað nógva verður blakað fyri borð. Nógv av tilfarinum, sum nýtt verður umborð á skipunum í dag, eru ymiskar olju/plast vørur sum ikki forganga, og tískil eru við til stóra dálking av okkara havumhvørvi.
Umhvørvisstova og lokalagenda 21 felag í Vestmanna
So niðurstøðan er greið, landsstýrið eigur at síggja til at ein skipaður umhvørvispolitikur fæst at virka fyri alt landið, sum eisini umfatar havumhvørvið. Hesin umhvørvispolitikur kann setast í verk við at ein umhvørvisstova verður sett á stovn, sum fær til uppgávu at seta í gongd umhvørvisvernd sum borgarin, kommunan, stovnar og vinnulív samstarva um, við Agenda 21 boðskapinum sum motto, hugsa globalt og handla lokalt.
Her er vert at gera vart við nýstovnaða lokalagenda 21 umhvørvisfelagið í Vestmanna, ið varð sett á stovn 14. mars, hvørs høvuðsuppgáva verður at gera umhvørvisátøk í Vestmanna kommunu saman við stovnum, feløgum og borgarunum í bygdini. Vónandi verður hetta felag fyridømi fyri aðrar kommunur í Føroyum, so borgararnir í økjunum kring alt landið, kunnu fáa íblástur og vegleiðing til eisini at gera síni egnu lokalagenda 21 feløg, við ST samtyktini frá Rio 1992 sum grundsjónarmiði, hugsa globalt og handla lokalt.