Eilif Samuelsen
Sambandsflokkurin hevur ongantíð í sínum politikki lagt í at gorra upp um sjálvstýri, soleiðis sum allir aðrir føroyskir politiskir flokkar hava havt sum eitt av sínum fremstu málum. Sambandsflokkurin hevur altíð lagt dentin á í gerandisdegnum at føra ein virknan framburðspolitikk á tí mentunarliga, tí sosiala og ikki minst á tí vinnuliga økinum. Tí vit vita, at tað einasta, sum er ført fyri at útvega føroyingum størri sjálvbjargni, tað er, at samfelagið búskaparliga eru ført fyri at lyfta tær byrðarnar, sum samfelagið, tað almenna, hevur at bera. Tað veri seg eitt skúlaverk, eitt heilsuverk, eitt almannaverk, eitt vinnulív o.s.fr., sum kann standa seg í samanburði við tað, sum er í okkara grannalondum. Er tað ikki tað, so fer aftur at streyma av okkara besta fólki hagar, sum meira fæst fyri ta arbeiðsorkuna, ein hevur at selja. Lógin um ta flytføru arbeiðsmegina verður meira og meira at gera seg galdandi í okkara tíð, nú lættari gerst í allar mátar at skifta bústað. Sambandsfloksins politikkur verður framdur meira niðanfyri hálsvølin enn omanfyri.
Tó tori eg at pástanda, at eingin politiskur flokkur her á landi upp ígjøgnum tíðirnar hevur gjørt so nógv fyri okkara sjálvbjargnisføri, sum Sambandsflokkurin. Tað er mest honum at takka fyri, at fullveldisforsprákararnir nú kunnu gera sær dælt av tí høga menningarstigi, land okkara er komið upp á. Tí er tað í roynd og veru sum sníkar, at Tjóðveldisflokkurin og eltarar hansara í úrtíð vilja sleppa at proklamera Føroyar fullveldisríki fyri øllum heiminum. Vit skilja tey væl. Tað hevði so sanniliga verið ein gævustund at sloppið at staðið hægst á pallinum tá, tað skerst ikki burtur.
Man tað vera hetta, sum hevur freistað formann Javnaðarfloksins til aftur nú at vilja sleppa at fjeppast uppi í fullveldisharkaliðinum? Beint sum vit hildu, at Javnaðarflokkurin sá út til at hava besinnað seg upp á saman við Sambandsflokkinum at gera eitt veruliga burðardygt alternativ til ta deyðsdømda fullveldisuppskotið, so flákrar flokkurin aftur yvir til fullveldisflokkarnar og sleiskast fyri teimum. Er veruliga eingin endi á, hvussu ofta Javnaðarflokkurin slankar aftur og fram millum ríkisfelagsskap og fullveldið Hann ger ið hvussu so er sítt til at uppfríska minnið um sítt vantandi trúvirði hjá veljarunum. Nær missir hann heilt trúvirðið hjá veljarunum? Hvussu ofta skal ein gera politiskt sjálvmorð, áðrenn ein doyr?
Vit mugu geva Henrik Pontoppidan rætt, tá ið hann sigur, at »tað hjálpir ikki at hava ligið í ørnareggi, tá ið ein er vaksin upp í dunnugarði«.
Um seinasta útspælið frá formanni Javnaðarfloksins á síðu 7 í Sosialinum nú fríggjadagin skal vera ein roynd til eitt taktiskt-politiskt upplegg til møguligar samgongusamráðingar eftir komandi val, so má ein siga, at útspælið er óvanliga dravlorkut og hartil klombrut, so tað teknar ikki gott sum signal til møguligar samarbeiðspartnarar, sum Javnaðarflokkurinðhevur vónir um at samarbeiða við í framtíðini.
Í greinini sigur formaður Javnaðarfloksins eisini, at tá Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin seinast vóru í samgongu saman, hótti Edmund Joensen, sum tá var løgmaður við at slíta samgonguna, tí Javnaðarflokkurin vildi seta eina nevnd at kanna møguleikarnar fyr yvirtøkum. Formaður Javnaðarfloksins skal bara minnast til, at í samgonguskjalinum, sum hann undirskrivaði 10. september 1994 stóð undir punkt 20: »Broytingar í ríkisfelagsskapsviðurskiftunum kunnu bara verða gjørdar í fullari semju millum samgonguflokkarnar.« Sambandsflokkurin var ikki samdur í, at Javnaðarflokkurin í samgongu legði eitt tílíkt uppskot fyri tingið. Uppskot hansara var sostatt eitt greitt brot á samgonguskjalið.
Og slíkt letur ein maður sum Edmund Joensen sjálvandi ikki um seg ganga.
Sambandsflokkurin hevur altíð kravt reinar linjur frá sínum politisku samarbeiðspartnarum, og tað mugu allir politiskir flokkar, sum flokkurin fer at samarbeiða við, innstilla seg upp á, at hann eisini fer at krevja í framtíðini.