Spanski málverjin hevur verið settur í samband við fleiri ensk feløg eftir vánaligu byrjanina hjá Liverpool í ár, og mett verður at lið sum Arsenal og Manchester United fylgja støðuni.
Reina, sum longdi sáttmálan við seks árum fyrr í ár, sigur kortini, at hann í minsta lagi verður verandi í Liverpool kappingarárið út, og at hann ongar ætlanir hevur um at flyta heim aftur til Spanina í løtuni.
- Eg skrivaði undir ein nýggjan seks ára sáttmála fyri sjey mánaðum síðani, og eg eri nøgdur í Liverpool, men allir fótbóltsspælarar vilja kappast um steyp og vinna okkurt, sigur Pepe Reina.
Reina hevur eisini givið ábendingar um, at hann er harmur um, at Rafael Benitez fór úr felagnum, tí hann metir at landsmaður hansara hevur havt stóra ávirkan á sína yrkisleið.
- Rafael Benitez var ein ógvuliga týdningarmikil maður fyri felagið og beinleiðis orsøkin til, at eg kom til Liverpool, sigur Pepe Reina sambært Sky Sports.










