Ein stórur partur av býráðsfundinum í Tórshavnar Kommunu í gjárkvøldið snúði seg um umhvørvið.
Sambært lóg er tað álagt kommununum at kloakera og reinsa alla útrenning á sjógv í seinasta lagi í 2010, og sum ein lið í hesi álegging samtykti býráðið, at gera kloakk frá Ellisheiminum til Bryggjaríið hjá Restorff. Hendan skal síðani bindast í verandi kloakk sum partur av reinsanini av Rættará, sum so aftur er leidd út á Vestaruvág.
Víst verður í tilmælinum á, at av tí at talan er um arbeiði í gomlum býarpørtum, kann verða trupult at fáa kostnaðarmetingina at halda, og tí verður mælt til, at veg- og kloakkdeildin hjá kommununi skal gera arbeiðið.
Kostnaðarmetingin fyri arbeiðið er mett til umleið eina millón krónur. Tá er tikið við í metingina, at neyðugt verður at leggja nýggjar gongubreytarkantar millum J. C. Svabosgøtu og Fróðskaparsetrið. Arbeiðið verður mett at taka tveir mánaðir.
Málið varð so endaliga samtykt uttan atkvøðugreiðslu á býráðsfundi í gjárkvøldið.
Kjølsvín
Men eitt er tað, ið verður leitt út á sógv úr áum og kloakkum. Eitt annað er tað, ið stavar frá skipum og bátum, ið liggja á vágni.
Tað eru bert fáar vikur síðani, at umfatandi oljudálking var á Vestaruvág, sum mett var til fleiri túsund litrar. Stórt uppruddingar- og reinsiarbeiði stóðst av hesi dálking. Men nakað annað er, at havnirnar í kommununi hýsa áleið 600 smábátum, og hesir verða pumpaðir so at siga hvønn dag.
- Øll, sum hava við smábátar at gera, vita, at tað altíð liggur nakað av olju í kjølinum. Tað slepst ikki undan. Men hendan oljan fylgir við, tá bátarnir verða pumpaðir, og tilsamans gerst talan um kanska fleiri túsund litrar av olju, sum á henda hátt verða pumpaðir út á vágirnar um árið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Men tað finst samstundis ein góð og bílig loysn, sum forðar fyri, at hendan oljan endar á sjónum, nevniliga hesi sonevndu kjølsvínini. Hetta eru absorberandi slangur, sum súgva oljuna í seg, so bert reint vatn og sjógvur verður pumpað úr bátunum.
- Her er talan um eina góða, men samstundis eisini eina bíliga loysn. Eitt slíkt kjølsvín kostar áleið ein hundrakrónuseðil, og so kann hann antin leggjast aftrat havnaleiguni, ella smábátaeigararnir sjálvir syrgja fyri, at eitt slíkt er í bátinum, sigur Heðin Mortensen.
Tórshavnar Kommuna er fyrsta kommunan í landinum, sum hevur sett slíkt umhvørviskrav til smábátaeigararnar.