Nú fyriliggur ein faldari, sum gevur bátaeigarum góð ráð um, hvussu teir kunnu tálma dálkingina, tá báturin skal riggast til, ella tá máling skal keypast og burturbeinast.
Hetta er faldari sum er gjørdur í norðurlendskum høpi, og her verður kunnað um tær skyldur, sum bæði bátaeigarar og kommunurnar hava til at minka um dálkingina í bátahylunum og rundan um teir.
Í faldaranum, sum vendir sær til kommunur, havnir, bátafeløg og róðrarfeløg eru ítøkiligar loysnir um, hvat kann gerast fyri at avmarka dálkingina.
Víst verður á, at í Norðurlondum verða árliga brúktir umleið 500.000 litrar av botnmáling og sama nøgd av øðrum evnum bara til stuttleikabátarnar. Hesar vørurnar kunnu innihalda eitur, sum aftur hava skaðilig árin á lívið í sjónum, m.a. kunnu tær forða gróðri.
Bátaeigarar hava við millumbilum tørv á at spula bátarnar, og tá er neyðugt at hetta verður gjørt á einum staði, sum er ætlað til tað. Í slíkum førum er sjálvandi best um kommunan hevur eitt slíkt spulipláss við slangum, sum er gjørt soleiðis at vatnið kann verða leitt til eina uppsamling.
Sambært faldaranum eru íalt 600.000 bátar í Svøríki, 500.000 í Noregi og 370.000 í Finlandi. Í Danmark eru 50.000, á Álandi 8.000 og í Føroyum og Íslandi 2000 bátar.