? Hetta hevði svarta onki uppá seg. Hetta kann ikki vera annað enn rein forfylging.
Jónberg á Mýrini, skiparin á stásiliga flakatrolaranum, Vesturvón úr Sørvági, dylir ikki, at hann er rættiliga argur inn á norskar myndugleikar.
Hósdagin varð Vesturvón tikin fyri ólógligan fiskiskap í Noregi og varð kravdur at sigla til Tróndheim.
Har varð skiparin avhoyrdur. Og endin var, at norsku myndugleikunum góvu skipara og reiðara eitt sektaruppskot.
Og sektaruppskotið vísti, at norðmenn er minst líka harðrendur, um ikki enn harðrendari, ímóti føroyingum, sum teir eru ímóti øðrum tjóðum, tá ið teir fáa okkurt at finnast at viðvíkjandi fiskiskapinum í norskum sjógvi.
Tí norðmenn kravdu nevniliga, at Vesturvón skuldi betala heilar 160.000 krónur í bót og sakarmálskostnaðin, áðrenn hann slapp útaftur.
Skiparin, Jónberg á Mýrini fekk sjálvur 30.000 krónur í bót. Men harumframt fekk reiðarin eina bót uppá 120.000 krónur, umframt at hann skuldi betala sakarmálskostnaðin uppá 10.000 krónur.
Á miðdegi í gjár var ikki gjørt av, antin skiparin og reiðarin skuldi taka av sektaruppskotinum, ella um teir skuldu royna málið í rættinum.
Men eftir at hava veitt trygd fyri pengunum slapp Vesturvón til fiskiskap aftur seint fríggjakvøldið.
959,5 kilo ov nógv
Jónberg á Mýrini er ógvuliga misnøgdur um viðferðina, teir hava fingið frá norsku myndugleikunum.
? Hetta kann ikki vera annað enn rein forfylging av føroyingum, sigur hann.
Tí hann sigur, at tað er nakað grovliga tikið til, at kalla hetta ólógligan fiskiskap.
? Tað, sum vit vórðu tiknir fyri, hevði so syndarliga lítið uppá seg, at eg trúði aldrin, at teir vóru so smáligir, sigur Jónberg á Mýrini.
Hann sigur, at tað, sum Vesturvón varð tikin fyri, var at hava fiskað 959,5 kilo ov nógv av hýsu í rundari vekt
Tað eru níggjuhundrað fimti og níggju og eitt hálvt kilo ov nógv av hýsu.
Hann sigur, at teir plaga ikki siga alment, hvussu stóra kvotu teir hava í norskum sjógvi.
? Men fyri at vísa, hvussu ónátúrliga smáligir norðmenn eru, fortelur hann okkum, at Vesturvón hevur eina kvotu uppá 212 tons av hýsu í norskum sjógvi í 1999.
? Og nú, vit vórðu tiknir, høvdu vit 177 tons eftir av hesi hýsukvotuni í ár.
? Men lógin sigur, at fært tí meiri enn 49,9% av hýsu í einum háli, skalt tú flyta teg minst fimm fjórðingar.
? Og tað var hendan reglan, sum norskir myndugleikar feldu Vesturón uppá.
? Vit vistu væl, at vit høvdu eitt sindur meiri av hýsu, enn vit høvdu loyvi til.
? Men vit høvdu ikki flutt okkum, tí tað var illveður, so vit lógu bara stillir.
? Vit trúðu aldrin, at norðmenn vóru so smáligir, at teir kundu finna uppá at taka okkum fyri so lítið. Tí vit høvdu jú ov mikið av hýsukvotu eftir, so vit fiskaðu fyri so vítt av okkara egnu kvotu.
? Vit eru revsaðir fyri at fiska okkara egnu kvotu.
Skiparin sigur, at hann hevði heldur ikki væntað, at teir vóru so akkurátir, at teir fóru at rokna hýsuprosentið úr, hál fyri hál.
? Men tað hava teir gjørt, tí hýsan, vit høvdu ov nógv, fingu vit í fimm hálum.
? Í teimum fimm hálunum høvdu vit ávikavist 302,2 kilo, 153,3 kilo, 1,4 kilo, 151,3 kilo og 351,3 kilo ov nógv av hýsu.
Rein forfylging
Jónberg á Mýrini sigur, at hetta kann ikki vera annað enn rein forfylging av føroyingum.
?Teir gera tað so trupult hjá føroyingum at fiska sum yvirhøvur gjørligt.
? Tað er ongin onnur tjóð, sum hevur regluna um 49,9% av hýsu, tí bæði grønlendingar, russarar og aðrir fiska, sum teir vilja. ? Og teir liggja ofta á hýsuni burturav.
? Teir koma eisini umborð í tíð og úrtíð at kanna skipið. Tað er ikki so frægt, at vit fáa frið at bunkra fyri teimum, so skulu teir umborð.
? Teir hava alla tíðina leitað eftir onkrum at fella okkum uppá.
? Tað hevur ongantíð eydnast teimum. ? Men nú funnu teir so 959,5 kilo ov nógv av hýsu, og teir lótu ikki hetta høvi fara frá sær at leggja sína køldu hond á okkum, sigur Jónberg á Mýrini.
?Eg veit heldur ikki, hvussu vit kunnu forða fyri at hýsan heldur seg undir 49,5% í hvørjum háli.
? Tað er hopleyst. Men hetta er aftur eitt dømi um, at teir gera, hvat teir kunnu, fyri at tað skal vera so trupult sum gjørligt, ístaðin fyri at taka hýsuproesentið yvir ein heilan túr.
? Men hví, norðmenn eru so ómøguligir ímóti føroyingum, veit hann ikki.
? Men tað er eitt gamalt orðatak, sum sigur, at tjóvur trýr, at hvør maður stjelur.
? Og hvør er verri á sjónum enn júst norðmenn. ? Eg havi sjálvur verið vitni til, hvussu teir hava sprongt fisk upp av botni við dynamitti á Kappanum, og so bara henta umborð, sigur Jónberg á Mýrini.