Í dag hevur Reiley – sum er Rani Petersen úr Havn – givið fyrsta sangin út á amerikanska plátufelagnum Atlantic Records. Sangurin eitur »Let It Ring«.
– Eg vil vera ein listamaður, ið flytur mørk og definerar, hvat tað er at vera ein mannligur popplistamaður í 2021. Tað snýr seg ikki bert um tónleikin – eg geri eina heildaruppliving. Eg brúki allar allar miðlar: móta, dans, úttrykk, pallseting og at siga frá søgum, sigur Reiley.
Hann hevur umvegis sosialar miðlar bygt upp ein stóran fylgjaraskara – ikki minst á TikTok, har hann hevur yvir 10 milliónir fylgjarar. Tað var eisini framgongdin á sosialum miðlum, sum hevði við sær, at hann fekk tilboð frá fleiri áhugaðum plátufeløgum.
– Tá man býr í so fjarskotnum oyggjum, sum eg geri, kann man ikki bara banka á dyrnar hjá plátufeløgum, og siga hey, her eri eg. Antin mást tú flyta ella finna aðrar vegir, soleiðis at tín tónleikur røkkur heilt harút, sigur Reiley.
Hann hevur ført seg fram á TikTok við eini hangandi mikrofon at syngja í og sterkum litum.
– Eg haldi, at eg komi frá eini aðrari klótu, og at mín leiklutur í lívinum er at undirhalda, sigur Reiley.











