Hálvdan Gudmundsen, reiðari á Eivindi, greiðir frá løtuni inni á MRCC, har tey á stórum skíggja fylgdu við, tá frystilínuskipið Eivind varð hálað av aftur Flesjunum.
- Fyrst varð roynt við Pressaranum, sum hevur eitt pelatrekk á eini 12-13 tons, men sleipibáturin skalaði ikki Eivind. Síðan varð roynt við Brimli, sum hevur eitt pelatrekk á eini 60 tons.
Tað var kvirt sum í grøvini, tá Brimil setti á. Her valdaði friður, og spenningurin var stórur. Lagið broyttist skjótt, tá tað vísti seg, at Eivind nú loysnaði, og alt bendi á, at skipið var á veg av aftur - sama veg, sum tað hevði rent seg fast.
- Tað var ein góð kensla at síggja skipið leyst aftur av Flesjunum, sigur Hálvdan Gudmundsen, sum leggur aftrat, at tað, sum ivaleyst hevur havt stóran týdning, tá skipið fyrst rendi frontalt á ein kneysa, og kjølurin síðan tók aftur eftir, er, at Eivind hevur ein sera sterkan kjøl.
##med2##
Skipið hevur nevniliga styrktan kjøl - ella ein eykakjøl, sum seinni er lagdur uppundir - fyri at gera stabilitetin á skipinum so góðan sum gjørligt. Tað var kjølurin, sum tók harðastu stoytirnar, og her verður stórt sæð ikki neyðugt at gera nakað - uttan at slípa nakrar flísar burtur.
- Nú verður skipið kannað á bedingini hjá Mest í Havn, og vit hava vónir um, at tað ikki gongur long tíð, til farast kann aftur til fiskiskap, sigur reiðarin, Hálvdan Gudmundsen.
##med3##