Reiðarar standa ikki mát

Føroyskir Fiskimenn Uttanlands eru misnøgdir við handfaringina hjá Tolli & Skatti av samdøgurfrádráttinum, sum teir meta verður umsitin ov tilvildarliga

FFU

 

Felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands (FFU) hevði aðalfund fríggjadagin, har sitandi nevndin varð afturvald. Í nevndini eru Jógvan Fagraklett, formaður, Kollafjørður, Høgni W. Høgnesen, Toftir og Johan Joensen, Hoyvík.

Á fundinum vóru ymisk mál til umrøðu.

- Serliga var tað málið um samdøgurfrádráttin, sum fekk umrøðu. Menn eru misnøgdir við handfaringina hjá Tolli & Skatti av hesum máli, tí vit meta, at mismunur verður gjørdur. Ymiskt er, hvør fær henda frádrátt, og eisini verður munur gjørdur á, hvar í landinum tú býrt, sigur Høgni W. Høgnesen, nevndarlimur.

Hann vísir á, at FFU fylgir við og stuðlar einum av limum sínum, sum hevur fingið viðhald hjá kommunalu skattakærunevndini og landsskattanevndini. Málið er reist í Føroya rætti, har tað kemur fyri í komandi ári.

Høgni sigur, at talan er eisini um onnur skattamál sum koyra - og okkurt er á veg.

- Úttalilsini hjá Føroya Reiðarafelag um okkara luttøku í oljuni hjá skipunum eru ikki í samsvar við veruleikan.

Hann sigur, at flestu av limunum í FFU fáa eina mánaðarløn, og við ársenda verður árið avroknað.

- Vit meta ikki, at føroyskir reiðarar eru á sama støði sum teir, ið teir vilja sambera seg við. Reiðarar í útlandinum, sum vit sigla hjá, hava eisini ferðútreiðslur og uppihald í samband við ferðing at bera. Hetta er ein meirútreiðsla, sum teir hava, leggur Høgni W. Høgnesen aftrat.