- Í sáttmálunum millum partarnar stendur, at broytist inntøkutrygdin munandi, fella sáttmálarnir burtur, og tí hildu vit tað vera greiðast at siga allar sáttmálarnar upp. Føroya Reiðarafelag hevur nú sagt allar sáttmálar við manningarfeløgini upp til at fara úr gildi, tá verandi sáttmálar annars ganga út.
Sáttmálin við Føroya Fiskimannafelag gongur út hin 1. desember í ár, og sáttmálarnir við Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið ganga út 1. januar í 2011.
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, sigur, at felagið hevur tikið hesa avgerð, tí politiski myndugleikin arbeiðir við at flyta inntøkutrygd fiskimanna yvir á partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum eru Reiðarafelagið og manningarfeløgini.
- Í sáttmálunum millum partarnar stendur, at broytist inntøkutrygdin munandi, fella sáttmálarnir burtur, og tí hildu vit tað vera greiðast at siga allar sáttmálarnar upp. So, eru tey viðurskiftini greið, og útgangsstøðið er hitt rætta, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen.