Reiðarafelagið góðtók semingsuppskotið

Reiðarafelagið boðar í nátt frá, at felagið hevur góðtikið semingsuppskotið, og tí hevur felagið sett úr gildi verkbannið, sum varð lýst 14. januar. Men Fiskimannafelagið hevur vrakað semingsuppskotið Reiðarafelagið boðar nú sínum limum frá, at verkbannið, sum varð lýst mánadagin tann 14. januar, er sett úr gildi, eftir at reiðarafelagið hevur góðkent semingsuppskotið, ið semingsmennirnir løgdu fram í gjárkvøldið.

Men manningarfeløgini hava vrakað semingsuppskotið.

Fiskimannafelagið sigur, at semingsuppskotið gongur bert ynskjunum hjá mótpartinum á møti.

- Krøv frá okkum eru ikki viðgjørd yvirhøvur. Vit hava víst á, at einki av okkara uppskotum, sum gevur okkum nakað munandi frambrot, er tikið til eftirtektar, sigur Fiskimannafelagið.

Felagið sigur víðari, at sáttmálaloysi er enn, og tað ber ikki til at mynstra uppvá eitt semingsuppskot.

Manningarfelaøgini hava givið tilboð um, at haldast kann farm við uppsagda sáttmálanum. Og hetta tilboð stendur við enn.

- Um limir okkara fáa skipsboð, skulu vit gera vart við, at mynstrast kann bert upp á tann uppsagda sáttmálan, sigur Fiskimannafelagið.