Tá søkt varð eftir stjóra til Føroya Reiðarafelag herfyri, fekk felagið ikki færri enn 37 umsóknir.
Tað er Poul Hansen, sum umboðar Felagið Trolskip í nevndini í Reiðarafelagnum, sum hevur verið stigtakari til at endurstovna felagið, sum hevur ligið í dvala tað mesta av tveimum árum.
Enn er stjórin ikki settur, men Jógvan Jespersen, sum eisini hevur verið partur av endurreisnini av meiri enn 100 ára gamla felagnum, sigur í kvøld, at stjórin væntandi verður settur hesa vikuna.
Poul Hansen hevur áður sagt, at tá stjórin er settur, verður kallað til eykaaðalfund, har finnast skal fram til, hvønn leiklut felagið skal hava í framtíðini.