Reiðarafelagið 100 ár

Hundrað ár við mótgongd og viðgongd

Tað var 16. desember í fjør, at reiðarafelagið fylti 100 ár. Men ikki fyrr enn tað nú fer at vára, hildu teir tað vera hóskandi at halda dagin.

Hann varð hildin seinasta fríggjadag við móttøku í listaskálanum og seinni veitslu á Hotel Føroyum, ið sum tað skilst var væleydnað.

Í samband við sjálvan føðingardagin høvdu vit í Miðvikuni tann 10. desember frásøgn um stovnanina av reiðarafelagnum og tey fyrstu 25 árini hjá felagnum.

Her skal einki av tí takast upp aftur. Men søgan er sjálvsagt nógv longri enn tað. Sigast kann í stuttum, at øll hesi árini hevur reiðarafelagið saman við manningum á skipum tess verið grundarlagið undir samfelagnum.

Her hava verið stór útsveiggj. Tað hevur verið sera gott til tíðir fyri síðan at enda í niðast í aldudalinum við stórum kreppum. Tað svárasta hevur verið øll tey mannalív, sum eru farin við skipum hjá limunum, sum tað eisini hevur verið greitt frá her í blaðnum.

Blaðstjórin á Sosialinum var eisini við til móttøkuna. Sigast kann, at hann á ein serligan hátt er ímynd av søguni hjá reiðarafelagnum. Langabbi hansara Søren Müller, sum eisini var reiðari og undangongumaður, var ein av stovnarunum av felagnum, og hann var eisini fyrsti formaður í reiðarafelagnum.

Umftamt hetta var omma hansara Ebba Müller, verdóttir Søren, í fleiri ár ein virdur formaður í Reiðarafelagnum. Sum Viberg Sørensen visti á í síni røðu á móttøkuni, so vóru tað mannfólkini í Reiðarafelagnum sum gingu á odda at geva kvinnum álit!

Ætlanin er seinni at greiða meira frá hesi megnarkvinnu.

Tað er eingin ivi um, at fiskiflotin er í einum aldudali í løtuni. Men allar royndir hesi 100 árini hava víst, at aftaná ringar tíðir koma góðar tíðir.

Tí er hóast alt grund til at hava treysti til framtíðina og at ynskja reiðarafelagnum góða eydnu framyvir.

Okkara myndamaður Jens Kristian Vang tók eisini myndir undir móttøkuni