MAKRELUR
Tað eru serliga tvey føroysk reiðarí, sum bæði hava áhugamál í norskum sjógvi í Barentshavinum, samstundis sum tey hava áhuga í eini størri mekrelkvotu. Hesi feløg eru JFK Trol hjá Hanusi Hansen í Klaksvík og Framherji hjá Anfinni Olsen á Toftum.
Trupulleikin hjá hesum feløgum er, at við eini møguligari áseting av eginkvotu av makreli í føroyskum sjógvi fyri 2010, er vandi fyri, at Noreg ikki vil gera sáttmála við Føroyar um toskakvotu í norskum sjógvi í Barentshavinum.
Ein føroysk eginkvota av makreli fer helst eisini at fáa ta avleiðing, at ES tekur føroysku rækjukvotuna í Eysturgrønlandi aftur, soleiðis at tey rækjuskip, ið eftir eru, ikki sleppa at fiska rækjur í Grønlandi, um Føroyar áseta sær eginkvotu av makreli.
Avgerðin bíðar
Enn veit eingin, hvør endaliga avgerðin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, verður. Greitt er tó, at á seinasta fundi millum strandalondini, sum varða av makrelinum, vildu Føroyar ikki góðtaka bert at fáa sløk 5% av samlaðu makrelkvotuni, meðan Noreg og ES kannaðu sær alla restina.
Í løtuni er politiska samráðingarumfarið í gongd, har landsstýrismaðurin hevur havt fundir við íslendska og norska fiskimálaráðharran. Enn hevur eingin fundur verið við fiskivinnukommiserin í ES, men samband er millum partarnar, og hugsandi er, at ein síkur fundur kann verða í fyrstu viku av juli mánaði.
Tað var eftir ein fund millum uttanlandsnevndina hjá løgtinginum og landsstýrismannin í fiskivinnumálum, at partarnir samdust um at taka málið um býtið av felagskvotuni av makreli upp á politiskt stig.
Jacob Vestergaard hevur sagt, at hann fer ikki at taka nakra endaliga avgerð um kvotuna, fyrr enn politiska fundarumfarið er liðugt.
Tað er tó fáur sum væntar, at hetta fundarumfar fer at broyta býtið av felagskvotuni.
Einki órógv
Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja, sum eigur flakatrolaran Vesturvón og pelagiska skipið Fragraberg, ásannar, at felgið hjá teimum hevur áhugamál, bæði í norskum sjógvi í Barentshavinum og í einum frægari býti av felagskvotuni av makreli.
- Vit eru samd við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um, at okkara partur av makrelkvotuni er ov lítil í mun til parting, sum Noreg og ES kanna sær í avtaluni, sum verið hevur millum hesi trý strandalondini.
Hann ásannar tó, at tað kann taka tíð at flyta prosentini í einum slíkum býti.
- Vit halda eisini, at føroyski parturin er ov lítil. Hinvegin mugu vit eisini hugsa um møguleikarnar, sum ein semja gevur við makrelveiði í norskum og ES-sjógvi, tá meiri fæst fyri fiskin.
Anfinn Olsen heldur eisini, at neyðugt er at gera sær eina heildarmeting, tá avgerðin verður tikin um, hvussu fram skal farast.
- Vit noyðast at taka øll viðurskifti við í metingunum – bæði, hvat vit koma at fáa, og hvat vit hugsandi koma at missa.
Spurdur, um hann hevur nøkur ráð at geva landsstýrismanninum, nú hesin er í holt við politiskt fundarumfar við fiskimálaráðharrarnar í Íslandi, Noreg og ES, sigur Anfinn Olsen, at tað hevur hann ikki.
- Landsstýrismaðurin er mitt í eini prosess, og eg vil ikki órógva royndir hansara at fáa ein størri part av makrelkvotuni, sigur reiðarin á flakatrolaranum Vesturvón og pelagiska skipinum, Fagrabergi.