Reiðaríið stevnt skiparanum

Reiðaríið hjá ferðamannaskipinum Costa Concordia hevur nú lagt sak ímóti skiapranum, Francesco Schettino. Tað sigur Marco De Luca, sum er sakførari hjá reiðarínum Costa Crociere.

Sakførarin sigur, at burtursæð frá tí, at vanlukkan hevur kravt fleiri mannalív, hevur hon kostað reiðarínum nógvar pengar, og hesum hevur skiparin ábyrgdina av. Samstundis er skiparin frítikin frá arbeiði sínum í reiðarínum.

Frammanundan er Francesco Schettino skuldsettur fyri óviljað manndráp og fyri at vera farin av skipinum, meðan nógv ferðafólkog fleiri av manningini framvegis vóru eftir umborð.