Í Danmark hevur skattavaldið lagt sak ímóti 211 starvsfólkum hjá reiðarínum Clipper, tí tey hava fingið ein part av lønini umvegis Bahamas og uttan um skattaskipanina. Starvsfólkini siga, at tey vistu ikki, at tað var ólógligt, men nú hevur eystari landsrættur givið skattavaldinum viðhald, og fleiri hava fingið treytaleysa fongsulsrevsing umframt stóra bót.
Skattavaldið hevur avdúkað, at Clipper rindaði starvsfólkinum ta føstu lønina ígjøgnum ta donsku skattaskipanina, men at bonuspengar vórðu goldnir umnvegis Bahamas. Talan var ofta um fleiri hundraðtúsund krónur, og teir pengarnar hevur danska skattavaldið ongantíð sæð. Tí hevur skattavaldið reist ákæru ímóti 211 starvsfólkum hjá Clipper. 90 hava fingið bót, 74 mál eru løgd til viks, tí málini eru vorðin ov gomul, og 37 mál eru í rættinum, sigur DR.
Í málum sum hesum kunnu fólk fáa upp í átta ára fongsul. Harumframt skulu tey rinda bót, sum er tvær ferðir tað, sum tey hava snýtt í skatti.