Regnjól 2007

Eitt lágtrýst við Jan Mayen ferðast í ein landnyrðing. Eitt lágtrýstøki vestanfyri Ísland dýpist spakuliga. Eitt hátrýst yvir Onglandi flytur seg ikki. Lýggj (!) og rálig luft rekur inn yvir Føroyar úr útsynningi.

Fríggjadagin fer ein hátrýstryggur fram við oyggjunum, men leygardagin fer eitt eysturgangandi lágtrýst norður um Føroyar. Hetta gevur lýtt veður og regn av suðri og útsynningi.

Veðrið hetta komandi døgnið
Útsynningur, 13 til 20 m/s. Turrveður, men skýggjað og mjørki(!). Hitin um 10 stig.

Veðrið hósdagin
Útsynningur, 13 til 20 m/s, skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 10 stig. Út á dagin snarar hann í ein útsynning og vestan við somu vindferð. Hann klárar í, skiftandi skýloft og ælaveður, møguliga sum heglingur. Hitin verður millum 3 og 7 stig.

Veðrið fríggjadagin
Hann minkar vindin nakað, 8 til 13 m/s av vestri. Skiftandi skýloft við ælaveðri. Hitin um 6 stig. Um náttina veksur hann aftur vindin til 13 til 18 m/s av suðri og útsynningi. Yvirskýggjað við regni, og hitin um 8 stig.

Veðrið tollaksmessudag og jólaaftan
Væl av vindi úr útsynningi, 13 til 18 m/s, yvirskýggjað og regn. Tollaksmessudag minkar hann vindin nakað til 8 til 13 m/s av útsynningi og vestri, og hann klárar í, kortini við ælaveðri. Jólaaftan veksur hann vindin aftur av landsynningi, 10 til 15 m/s, yvirskýggjað við regni. Hitin um vikuskiftið 8 stig.