Regnið er á veg

DMI roknar við regni í dag og kvøld

Dansk veðurstovan DMI roknar við, at tað fer at regna í dag og í kvøld.

Veðurstovan sigur um veðrið í dag, at tað verður andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s, av suðri og landsynningi. Seinnapartin minkandi niður í 5-10 m/s. Í nátt aftur meira vindur – upp í 8-13 m/s. Sum frálíður skýggjað, og tað fer at regna, men í nátt slítur í. Hitin verður millum 8 og 11 stig í dag, í nátt niður í 7 stig. 

Fyrrapartin í morgin 5-10 m/s av suðri og sólglottar.