Regnið argar Rangers

Skotska stórfelagið Rangers úr Glasgow hevur fingið stórar trupulleikar av vánaliga veðrinum í Skotlandi seinastu vikuna

Tveir av teimum seinatu dystunum hjá felagnum eru avlýstir orsaka av regni, og tað kemur aftur um brekku, tí dystarskráin hjá felagnum verður enn tættari, enn hon hevur verið. Umframt heimligu kappingarnar er Rangers eisini við í UEFA Cup, spælararnir fáa úr at gera næstu mánaðirnar.