Regn um vikuskifrið men so slítur í

Danska veðurstovan væntar regn til og við sunnudagin, men tá skal slíta í og vera verandi turt nakrar dagar.

Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein landnyrðing og eitt tilhoyrandi brúgvalag yvir Føroyum fer sama veg. Um vikuskiftið koma nýggj brúgvaløg av suðri yvir oyggjarnar við regni, men í komandi viku breiðir eitt hátrýst seg yvir Føroyar av suðri og hevur við sær lýggjari sunnanvind.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 7 og 11 stig. Fríggjakvøldið og leygarnáttina minkar hann vindin niður í lot til andøvsgul av útsynningi, um náttina av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men sum frá líður skýggjað. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av landsynningi og suðri, 2 til 7 metrar um sekundið, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og sum frá líður támut og regn av og á. Hitin alt døgnið um 10 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul av suðri ella landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og támut og regn av og á og hitin um 10 stig. Um náttina snarar hann í ein vestan og makar vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Tað klárar í og verður turt og klárt og hitin millum 6 og 9 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein útsynning og sunnan. Turt og nakað av sól og hitin millum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin um 10 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og skýggjað og hitin alt samdøgrið um 10 stig.