Mánadagin nærkast eitt brúgvalag móti Føroyum frá vestri, ið týsdagin fer at liggja yvir Føroyum. Brúgvalagið flytir seg aftur mikudagin, ið hevur ótsøðugt veður við sær mikudagin.
Veðrið í dag. Tað verður gul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s, av suðri og útsynningi. Seinni veksur hann vindin upp í eitt stívt andsøvsgul og í løtum hvassur vindur, 10-15 m/s.
Tað verður turt fyri tað mesta og løtur við sólglottum, men í kvøld fer at regna.
Hitin fer at liggja millum trý og sjey stig.
Veðrið týsdagin. Vindurin verður úr stívum andsøvsguli upp í hvassan vind, 10-15 m/s. Vindurin minkar út á kvøldið niður í 5-10 m/s.
Tað verður skýggja og regn, men turt seinni út á kvøldið og náttina.
Hitin alt døgnið fer at liggja millum fýra og átta stig.