Regn og vindur restina av vikuni

Undantikið mikudagin, tá góð líkindi eru at fara á fjall.

Eitt lágtrýst í ein útnyrðingi úr Skotlandi flytur seg norðureftir, og eitt tilhoyrandi brúgvalag við regn fer teir næstu dagarnar at liggja yvir Føroyum. Mikudagin klárnar tað, men seinni á vikuni flyta fleiri brúgvaløg við regn seg yvir Føroyum úr suðri og útsynningi.


Veðrið fram til mikumorgunin:
Týsdagin strúkur í vindi upp í skríð úr landsynningi og suðri, 13 til 18 metrar um sekundið, ið minkar til andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Út á seinnapartin veksur hann aftur upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í stundum regn ella æl. Hitin millum 10 og 13 stig. Týskvøld og náttina til mikudag stívt andøvsgul upp í ein hvassan vind úr landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, ið snarar í ein útsynning og minkar til lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Fyrst skíggjað og regn, men út á náttina klárnar tað. Hitin millum 7 og 10 stig.


Mikudag:
Lot til andøvsgul úr útsynningi og suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Mest turt og sólin sær í løtum. Hitin um dagin um 10 stig og um náttina millum 5 og 10 stig.


Hósdag:
Gul til stívt andøvsgul úr suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, í løtum veksur til í ein strúk, 13 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í stundum regn ella æl. Hitin um dagin umleið 10 stig, og um náttina millum 7 og 10 stig.


Fríggjadag:
Gul til stívt andøvsgul úr suðri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, ið minkar til lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Mest skíggjað og regn ella æl í stundum, men eina løtu eisini møguleiki fyri sól. Um náttina gul til stívt andøvsgul úr suðri og landsynningi. Skíggjað og í stundum regn. Hitin alt døgnið um 10 stig.


Leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul úr landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, ið veksur til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Mest skíggjað, men turt. Hitin um 10 stig.


Sunnudagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Um náttina gul til stívt andøvsgul úr ymsum ættum, 5 til 10 metrar um sekundið. Skíggjað og regn. Hitin millum 10 stig.