Fleiri lágtrýst fara komandi vikuna framvið í ein útnyrðing úr Føroyum. Tilhoyrandi brúgvaløgini fara framvið Føroyum av vestri og hava regn og vind við sær.
Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn. Hitin millum 6 og 10 stig.
Í morgin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Tað klárar í vestanfyri, tó verður ælaveður. Út á náttina verður skýggjað og regn av vestri. Hitin verður millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av vestri og seinni útsynningi. Samdrigið og ælaveður og um náttina aftur skýggjað og regn av vestri. Hitin millum 5 og 10 stig.
Leygardagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn. Hitin millum 6 og 10 stig.
Sunnudagin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Út á dagin snarar hann í ein vestan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn, men vestan fyri klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig.