Eitt hátrýst við Skotland viknar sum frá líður. Eitt veikt brúgvalag við regni fer fram við Føroyum mánadagin. Týsdagin fer eitt djúpt lágtrýst móti Íslandi og Norðhavinum úr einum útsynningi, og tilhoyrandi brúgvaløg við regni og vindi fara framvið Føroyum úr vestri týskvøldið. Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst og brúgvaløg framvið oyggjunum úr vestri.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skýggjað og regn av og á. Út á dagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Tað klárar í, tó at okkurt æli verður. Hitin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan og út á kvøldið øtlar upp í hvassan vind, 13 til 18 metrar um sekundið. Sól, men sum út líður á seinnapartin regn av vestri. Um náttina upp í hvassan vind av vestri, 15 til 20 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig
Mikudagin verðir strúkur í vindi upp í skrið av vestri, seinni útnyrðingi, 15 til 20 metrar um sekundið, um kvøldið makar hann tó vindin niður í gul til stívta andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Ælaveður, men eisini sól. Um náttina fyrst eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 6 metrar um sekundið, seinni gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið, skýggjað og stundum regn. Hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, í støðum upp í strúk í vindi, 5 til 13 metrar um sekundið, sum snarar í ein norðan og spakuliga minkar. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í, men tó okkurt æli. Um kvøldið verður lítið lot av ymsum ættum, undir 6 metrar um sekundið, men um náttina andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, og regn av vestri. Hitin millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og suðri, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og regn. Um náttina úr útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Tað klárar í, men eisini ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, av útsynningi og suðri, í støðum upp í strúk í vindi, 12 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.