Sum mikudagurin fer framvið og restina av vikuni koma brúgvaløg við regni, vindi og lýggjari veðri inn yvir oyggjarnar úr suðri.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin makar niður í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn av suðri. Hitin millum 5 og 8 stig. Í kvøld og í nátt øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s og enn regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Tað klárar nakað í, men tó ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið snarar hann vindin í ein landsynningi og um náttina øtlar hann vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Sum frá líður skýggjað og regn av suðri. Hitin millum 3 og 7 stig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, sum um náttina snarar í ein norðan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, um náttina ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina millum frostmarkið og fýra stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein landsynning og øtlar út á dagin upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrst ælaveður, men seinni skýggjað og regn úr einum útsynningi. Um náttina snarar hann í ein vestan og øtlar vindin upp í hvassan vind, um 15 m/s, seinni andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kanska regn og hitin millum 3 og 7 stig.