All That Rain spæla í Luux leygarkvøldið, seinastu vikurnar hevur Luux verið á tremur við fólki, og tá ein av Føroya bestu dansibólkum fara á pall, er neyvan ivi um, at hetta verður eitt festligt kvøld.
All That Rain hava síðan fyrsta dagin verið millum bestu dansibólkar í Føroyum. Upprunaliga bygdi bólkurin á herðarnar hjá stóra 90’ára bólkinum Kjølar.
Teir tríggir Kjølarnir Jens Marni, Jens Tummas og Henning stovnaðu All That Rain. Eftir, at Jens Marni fór úr bólkinum vóru skiftandi oddamenn myndað bólkin, umframt at gittarleikararnir hava verið fleiri.
Men bólkurin fann sín nýggja og sterka samleika, tá ein av sterkastu føroysku oddamonnunum Rókur Jákupsson Jakobsen kom við í bólkin, eins gittarleikarin Jóhan Ziskason.
Hóast bólkurin hevur verið meira og minnið virkin gjøgnum árini, og aðrir tónleikarar hava verið við, so er tað nokk henda manningin Rókur Jákupsson Jakobsen, Jóhan Ziskason, Jens Tummas Næs og Henning Nicodemmussen, ið er blivin tann, ið flest fólk nú kenna sum All That Rain.