Regn ella mjørki komandi dagarnar

Tó batnar veðrið til vikuskiftið, væntar Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur.

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, boðar frá regni ella mjørka í morgin og hósdagn. Fríggjadagin og leygardagin verður tó yvirhøvur turt og sólglottar, sum boðar væl fyri Mentanarnáttini, Sundalagsstevnuni, Tórshavn Marathon og landsdystinum millum Føroyar og Grikkaland.

 

Seinnapartin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi og ælaveður. Hitin millum níggju og tólv stig.

 

Mikudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og regn ella mjørki av og á. Hitin millum níggju og tólv stig.

 

Hósdagin verður eitt lot av útsynningi ella av ymsum ættum og regn ella mjørki av og á. Hitin millum átta og tíggju stig.

 

Fríggjadagin og leygardagin verður eitt fleyr til gul av landnyrðingi og eystri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum tíggju og fjúrtan stig.