26. november gjørdu danski ráðharrin við integratiónsmálum, Bertel Haarder, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, avtalu um at broyta reglurnar fyri arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
Eitt nú var semja um at gera greiðari skipanir fyri ávísar bólkar av umsøkjarum og at gera eina serliga skipan fyri ítróttarverjarar og ?leikarar.
Hendan avtalan er fyribils løgd á hillina, tí løgmaður útskrivaði val. Løgmálaráðið sigur í einum tíðindaskrivi, at tað ikki ber til at gera meira við málið, fyrr enn nýtt landsstýrið er komið til. Til ta tíð verður tað upp til nýggja landsstýriðat taka støðu til møguligar broytingar á økinum.
? Gjørt verður vart við, at reglurnar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum tí ikki eru broyttar og ikki verða broyttar í næstum, sigur løgmálaráðið í tíðindaskrivi.










