Reglurnar hjá Mourinho

Í summar gjørdist José Mourinho, eisini kendur sum ?The Special One,? nýggjur venjari hjá Real Madrid. Hóast eitt risa stórt forbrúk, so hevur Real Madrid ikki klára at fylgt góðu gongdini hjá arvafíggindanum Barcelona, sum millum annað vann Champions League í 2009 og spanska meistaraheiti seinasta kappingarár. Tí vildi forsetin í Real Madrid, Florentino Pérez, hava José Mourinho til venjara, so hann kann broyta gongdini hjá hvíta kongafelagnum.

 

Nú hevur fyrrverandi Chelsea og Inter Milan venjarin, José Mourinho gjørt fimm reglar, sum skulu vera við til at hjálpa felagnum. Reglurnar eru hesir:

 

Regul 1:

 

Um tú kemur forseint til venjing, so sleppur tí ikki at venja við og skalt venja fyri teg sjálvan.

 

Regul 2:

 

Verður tú ov seinur til leikarabussin áðrenn dyst, so verður tú ikki tikin við og mást standa eftir á hotellinum.

 

Regul 3:

 

Fyrireiki tykkum uppá 90 minuttir av harðari venjing hvørja ferð!

 

Regul 4:

 

Skaddir leikarar skulu møta til venjing ein tíma undan, so læknin kann staðfesta hvørjum standi teir eru í. Mourinho vil ikki hava, at nøkur avgerð verður tikin í seinastu løtu.

 

Regul 5:

 

Tað er í ordan, at brúka farteldu og fartelefon at lurta eftir tónleiki, men tað skal verða ígjøgnum oyrabúffar, so onnur ikki verða forstýraði av tí.

 

So er spurningurin um Cristiano Ronaldo stendur eftir á hotellinum, um hann verður ov seinur til bussin, tí hann skal seta hárið áðrenn dystin ímóti Barcelona!?

 

(www.dailymail.co.uk)