Reglurnar

Soleiðis er stigagevingin í nýggju tippingarkappingini hjá Sosialinum og Formula.fo. Tilmelding til kappingina og sjálv tippingin fer fram á www.sosialurin.fo

Tipping

Hættirnir, sum tippað verður eftir, eru ymiskir. Við vanligu 13-kuponini hjá Tipstænastuni skal rætta útfallið í ymsu dystunum finnast. Altso hvør parturin vinnur, ella um talan kanska verður um javnleik.
Hinvegin innihalda ymsu skipanirnar til odds-veddingar hópin av tilboðum. Alt frá hvør vinnur dystin, til hvør fær fyrsta ella seinasta hornasparkið í dystinum.
Í skipanini, sum Formula.fo hevur ment, skal úrslitið í hvørjum dysti sær gitast. Og tá staðfestingin fyriliggur, eru fleiri hættir at fáa stig uppá. Trý stig verða lætin fyri at hava rætta vinnaran ella møguliga javnleikin. Eitt stig verður latið fyri at hava munin í málum rættan. Og somuleiðis verður eitt stig latið fyri at gita rætta máltalið hjá hvørjum liði sær.
Sum dømi kunnu vit taka dystin, sum HB og GÍ spældu í Gundadali tann 16. juni. Tann dysturin endaði 1-2, og niðanfyri hava vit sett nøkur hugsað dømi um, hvussu úrtøkan í veddingarkappingini kundi verið av hesum dystinum.

Tú tippaði 1-0
Eitt stig verður latið fyri máltalið hjá HB, sum tú hevði rætt.

Tú tippaði 2-2
Eitt stig verður latið fyri máltalið hjá GÍ, sum tú hevði rætt

Tú tippaði 0-2
Fýra stig verða latin. Trý fyri at hava rætta vinnaran, og eitt fyri máltalið hjá GÍ, sum var rætt.

Tú tippaði 3-4
Fýra stig verða latin. Trý fyri at hava rætta vinnaran, og eitt fyri at hava rætta munin í málskoruni.

Tú tippaði 1-2
Seks stig verða latin. Trý fyri at hava rætta vinnaran. Eitt fyri at hava rætta munin í málskoruni. Eitt fyri at hava máltalið hjá HB rætt og eitt fyri at hava máltalið hjá GÍ rætt.