Í reglugerðini verður sagt, at endamálið er at geva minnisveikum fólkum úr Tórshavnar kommunu eitt fjálgt heim, har tey fáa røkt alt samdøgrið.
Víðari verður sagt, at avgerð um upptøku til heimið verður tikin av eini upptøkunevnd. Henda nevndin verður fyribils sama nevndin, sum upptøkunevndin fyri Tórshavnar Ellis- og Umlættingarheim og Tjarnargarð. Umframt hesi er leiðarin á heiminum eisini við í upptøkunevndini.