Hóast darvaður av skaða, so megnaði Regin Vágadal kortini at fullføra kappingina um at gerast heimsins sterkasti, tó at skaðin hevði við sær, at hann gjørdist aftastur av teimum, sum fullførdu kappingina.
Talið av luttakarum í finalubólkinum var annars 10 mans, men tveir teirra noyddust at gevast tíðliga í kappingini.
Treiskni
Okkum eydnaðist ikki at fáa fatur á Regini eftir kappingina, men umvegis Útvarpið lat hann frætta frá sær leygardagin.
Hann greiddi tá frá, at hann sum so einki fekk gjørt fyri at bøta um endastøðu sína í finalubólkinum, tí skaðin í økslini gjørdi ov nógv um seg í so máta.
Hann var tó sera fegin um, at tað var eydnast honum at røkka finalubólkinum, og ikki minst at hann, hóast pínuna, megnaði at fullføra kappingina. Tað, sum hann legði størsta dentin á hesum sambandi, var, at hann við hesum hevði givið sponsorum sínum nakað av valuta fyri stuðulin, sum teir hava latið.
Sendingarnar frá kappingini um at gerast heimsins sterkasti verða varpaðar til hundratals milliónir hyggjarar, og fyri stuðlarnar hevur tað sjálvandi alstóran týdning, at teir eru skíggjanum so ofta sum gjørligt.
Vísti sanna styrki
At Regin er ein sterkur knassi, er sum so einki nýtt, men fram til skaðin byrjaði at gera um seg, vísti hann veruliga, at hann hoyrir heima í heimselituni í so máta.
Vert er í hesum sambandi at leggja til merkis, at hann megnaði at vinna seg fram til finaluumfarið, hóast skaðin darvaði honum í trimum av kappingargreinunum í bólkaumfarinnum, har Regin var so óheppin at koma í torførasta bólkin yvirhøvur.
Komandi vikurnar fer føroyski risin at rigga seg til kappingina um Atlantsrisan. Hendan verður fyrst í komandi mánaði, og verða fleiri av finaluluttakarunum úr kappingini um heimsins sterkasta tá at síggja í Føroyum.
Vónandi er økslin hjá Regini batna nakað til ta tíð, soleiðis at hann við stuðli frá heimaáskoðarunum rættuliga kann sleppa at gera um seg.18.30, og í morgin venja teir kl. 11.00