Regin Vágadal náddi ikki málinum, sum hann sjálvur hevði sett sær undan kappingini Heimsins sterkasti maður, sum er á Malta í løtuni.
Málið var at koma í finaluna, har 10 teir sterkastu av teimum tilsamans 30 luttakarunum komu. Men Regin gjørdist ov stutt í innleiðandi kappingunum, og tá tær vóru lidnar, hevði Regin eisini spælt sín leiklut lidnan.
Tað gekk illa hjá Regini á seinasta kappingardegnum, og tað var hann vónbrotin av. Kappingarnar í finaluni høvdu passað væl til Regin, men tað gjørdu innleiðandi kappingarnar eisini.
Innleiðandi kappingin var skipað við fimm bólkum á seks mans, og tveir teir bestu komu í finaluna.
Regin hevur vant við fullari ferð seinasta mánaðin, men hann segði undan fráferðini við Ítróttar-Sosialin, at hann kundi ynskt sær ein mánaða afturat til at vant í, tí ein skaða hevur forða honum í at venja fittan part av summarinum.
Kappingin um at gerast heimsins sterkasti maður heldur fram hesa vikuna.