Stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur sett Regin I. Jakobsen sum stjóra fyri grunnin.
Í tíðindaskrivi sigur Búnaðargrunnurin, at Regin I. Jakobsen, sum er cand.merc.aud. og hevur drúgvar royndir innan búskap og fyrisiting.
Regin I. Jakobsen avloysir Sjúrð Knudsen, sum fór frá 1. desember 2013. Í løtuni er hann fyribilsstjóri á Strandferðsluni.
Hann byrjar í nýggja starvinum 1. mai í ár.