Regin ræðist ikki Skype

Hóast risafyritøkan Skype eisini bjóðar seg fram sum veitari innan sms-boð, metir Regin Dalsgaard, nýggju skipanina Dicopeople.com vera so góða, at Skype ikki er nøkur forðing.

KT-Vinna

Dicopeople.com er nýggjasta og higartil størsta verkætlanin hjá fólkunum handan vælumtóktu Isuus fartelefonskipanina. Skipanin er í mun til gomlu Isuus skipanina net-basera. Hetta merkir, at skipanin kann brúkast á øllum teldum, kring allan heimin, uttan at nakað forrit skal leggjast á telduna. Skipanin hevur samband við fartelefon feløg kring allan heim, og tú kanst fyri 80 oyru pr. sms senda sms-boð kring allan heimin.
Regin Dalsgaard, stjóri greiddi á tíðindafundi í morgun frá nýggju skipanini, ið felagið hevur arbeitt við seinastu 7 mánaðirnar. Skipanin, ið sendir sms-boð, hevur fleiri hentar eginleikar, m.a. ber til at senda somu sms-boð til ein lista av fólki. Eisini ber til at velja nær boðini skulu sendast. Hetta er m.a. hent, tá áminningar skulu sendast út. Her vóru ein tannlæknar og sjúkrahús dømir, ið Regin nevndi.
Tað kostar nógvan pening, at fólk ikki møtir upp til avtalur, men við hesi skipanini ber til, longu tá avtalan verður skrásett, at biðja skipanina um at senda eina áminning tann dagin avtalan er.
Nýggja skipanin er sambært Regini Dalsgaard tann einasta av sínum slag, og hon leggur seg á ein sera stóran marknað. Hetta kann avloysa eitt nú telefonlistar á skúlum, og hevur longu gjørt tað á fleiri skúlum og kann vera boðberi á størri virkjum og fyritøkum.
Regin Dalsgarð greiddi frá, at tey hava gjørt nógv burturúr at fáa gjørt skipanina somikið brúkaravinarliga sum til ber. Her er Rói Magnussen settur sum marknaðarfólk hjá felagnum, og menningin av brúkaraflatuni hevur verið bæði tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil. Men úrslitið er, at skipanin er vorðin sera brúkaravinarlig.
- Hetta er ein roynd hjá okkum, at fara frá nørdafyritøku til ein veruligan corporate veitara, sigur Regin
Skipanin er royndarkoyrd bæði í og uttan fyri Føroyar, við góðum úrslitum. Longu nú hevur skipanin yvir 100 brúkarar uttanlands.
Tey ætla, at brúka tíðindavirði til at selja skipanina og fara í næstum at rundferð til tíðindafólk uttanlands at greiða frá skipanini.
Størsti veitarin innan ip-telefoni Skype, er eisini farin undir at veita sms-boð, men hetta ræðist Regin ikki. Skipanin hjá Skype hevur nevniliga ongan kalendara, men eisini á øðrum økjum er hon aftan fyri Dicopeople.com.
- Skype er eingin forðing - Skipanin hjá okkum er t.d. netbasera, soleiðis, at tú ikki skalt leggja nakað forrit inn fyri at brúka hana. Hetta merkir eisini, at fyritøkur, ið av trygdarávum ikki loyva Skype-ferðslu, kunnu brúka okkara skipan. Vit hava eina so mikið góða skipan, at vit eru at meta sum ein stórveitari innan sms, sigur Regin.
Til ber at vitja dicopeople.com, har er eisini møguleiki at royna skipanina í 30 dagar.