Regin Jacobsen og mamma hansara Oddvør Jacobsen eru nú at finna á listanum yvir ríkastu persónar og familjur í Danmark.
Berlingske ger á hvørjum ári ein lista yvir, hvørjir teir mest múgvandi danskararnir eru, og í ár eru tey bæði Regin og Oddvør Jacobsen, ið eiga góð 18 prosent av Bakkafrost, nummar 33 á listanum. Virðini hjá teimum báðum er áljóðandi 3,9 milliardir krónur, sigur listin hjá Berlingske.
Ikki heilt óvæntað er tað framvegis Kirk Kristiansen familjan, ið eigur Lego, ið liggur ovast á listanum.
Virðini hjá Kirk Kristiansen familjuni eru áljóðandi 261 milliardir krónur, ið eru 75 milliardir fleiri enn fyri einum ári síðani, tá listin seinast varð dagførdur.