Í dag skal Føroya sterkasti maður, Regin Vágadal aftur royna seg á altjóða vígvølli. Saman við 23 øðrum skal hann komandi dagarnar kappast um heitið sum heimsins sterkasti maður.
Innleiðandi umfarið verður í dag, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Tveir koma víðari úr teimum fýra bólkunum umframt teir amerikanarar, sum koma beinleiðis í finaluna, sum verður frá 10. til 13. oktober.
Kappingin fer fram í Primadonna Resort í Las Vegas.
Regin Vágadal hevur vant nógv til hesa kappingina. Hann er sera fegin um at kunna vera við, men heldur fyri, at tað verður ein sera torfør uppgáva at koma víðari, nú hann er komin í bólk saman við verandi heimsmeistara Magnus ver Magnusson úr Íslandi. Tvs. at teir eru fimm, sum skulu kappast um 2. plássið. Hinir fýra eru ein skoti, sum Regin ikki ber ótta fyri, har er ein frá Samoa, sum Regin ikki kennir nógv til, og haraftrat er ein norðmaður og ein russari.
Regin Vágadal var við til HM á Mauritius í fjør. Tað endaði hann á einum 8. plássi eftir at verða komin til skaða í kappingini.
Herfyri var Regin við í eini stórari kapping í Hálandi, har allir teir bestu í heiminum vóru við. Tá gjørdist hann nr. 7 av 13.
Regin sigur við Sosialin, at hann er sera væl fyri til kappingina, men er eitt sindur keddur av, at tað er eitt grebøvilsi við í kappingini. Tað er nakað, sum hann ikki er so góður til.
Regin hevur gjørt nógv við venjingina og hevur eisini sett fleiri nýggj persónlig met. Hann hevur betrað totali við 30 kilo.
-Kann eg koma víðari í finaluumfarið, so skal eg vera glaður sigur Regin, sum tó ikki er farin einsamallur avstað til USA. Saman við honum er hjálparmaðurin Tony Dam Petur Olsen. Haraftrat er gentan hjá honum við, Majken Drangberg.
Regin hevur fleiri sponsorar. Teir eru Fiskasølan, Atlantsflog, Fóm og Svali, Føroya Banki og Farodane. Í løtuni verður tosað við aðrar sponsorar eisini.